09.11.2013 01:33

Polar Princess seldur til Rússlands

Flakatrolarin úr Grønlandi Polar Princess er seldur til Russlands.

Polar Princess hevur staði á sølulista seinastu tíðina, men í dag frættist at skipið er selt.
Keypararnir koma úr Russlandi.
Trolarin liggur í løtuni í Skagen har nýggju eigararnir skulu yvirtaka skipið.
Hvar í Russlandi skipið nú skal hava heimstað vita vit ikki.

Polar Princess er helst kendur millum fleiri føroyingar, hetta er fyrrverandi Skálaberg, ið var avloystur í 2003.

Skipið varð selt til Grønlands har tað hevur havt heimstað seinastu árini.
Nú hava fyrrverandi Skálaberg og Sundaberg, ið eru systurskip og komu í føroyska fiskiflotan sama ár,

bæði heimstað í Russlandi.

www.skipini.fo

                   Polar Princess GR-14-49 © mynd Skipini.fo

 

Eldra efni

Um mig

Nafn:

Þorgeir Baldursson

Farsími:

8620479

Heimilisfang:

Reynihlið 15 D 604 Hörgárbyggð

Staðsetning:

Hörgárbyggð

Um:

Fréttaritari Morgunblaðsins til sjávar og sveita og öll Almenn Ljósmyndun sem að tengist Sjávarútvegi

Tenglar

Flettingar í dag: 1203
Gestir í dag: 7
Flettingar í gær: 3958
Gestir í gær: 240
Samtals flettingar: 2558391
Samtals gestir: 71352
Tölur uppfærðar: 7.2.2026 09:38:15
www.mbl.is