|
Suni Jakobsen skipstjóri Mynd Föoyska Sjómansmissiónin
|
Hoyvik Tn 90 ex Ostanger og Háberg Gk 299 mynd Foroyska Sjómansmissónin
|
Hoyvik Ex Háberg GK 299 mynd Foroyska Sjómansmissiónin
|
|
|
Føroyska Sjómansmissiónin
19.01.2017 - 23:19
Fiskur > Tíðindi > Føroyar
Tað sigur skiparin Suni Jakobsen.
Í gjár var Hoyvík liðug at landa tey 1.250 tonsini av makreli til Faroe Pelagic í Kollafirði, sum teir fiskaðu í ES sjógvi vestanfyri Hetland.
- Vit hava kvotu í ES-sjógvi til ein túr afturat. Síðani vóna vit at kunna keypa svartkjaftakvotu. Seinni í ár fara vit aftur at veiða makrel og tá í føroyskum sjógvi, sigur Suni Jakobsen, skipari á Hoyvík
Hann sigur eisini, at skipið royndist væl og er í góðum standi.
Hoyvík fer avstað aftur í dag og 9 mans vera við.
Norðmenninir sum vóru við fyrsta túrin eru farnir aftur til Norra.
Meira frá Føroysku Sjómansmissiónini her