22.01.2017 22:56Færeyingar mokfiska á Flæmingjagrunni
Árni Zachariasen, skipari á Váðasteini sigur, at teir hava umleið 240.000 pund av góðum toski. 15 mans hava verið við Váðasteini hendan túrin og fyribils er lastin seld fyri slakar 1,8 milj. krónur. Hetta er fyribilsupphædd, sigur skiparin Árni Zachariassen, nú veldst um hvat fiskurin fer at viga tá landað er og harafturat eisini hvussu alt kemur út, nevniliga hvussu støddin á fiskinum kemur at roynast. Váðasteinur kom á Toftir í kvøld um átta tíðina og farið var undir at landa við tað sama.
Um túrin sigur Árni Zachariasen, at teir fóru av Toftum 1. januar. Ferðin yvir gekk hampuliga væl, teir brúktu 8 samdøgur yvir á Flemis Chap. Fiskiskapurin gekk sera væl, tí tá teir høvdu fiska í umleið fim dagar, var skipið fult. Heimferðin gekk upp aftur betur enn ferð yvir, vit hava bert brúkt 6 1/2 samdøgur um heimferðina.
Slagið er gott, mest stórur toskur og sera lítið av øðrum, vit fingu nakrar fáa spraggur eisini og sóu eitt sløð av hýsu og øðrum fiski. Ætlanin er at fara av stað aftur við kós á Flemish Cap mikudagin.
Myndasyrpa þegar Klakkur og Agot mætast myndir Pól Eyðfinn Poulsen Hesar frálíku myndirnar hava vit fingið frá Pól Eyðfinn Poulsen umborð á Ågot. Hann tók tær, tá Klakkur og Ågot møttust á Grand Bank. Klakkur á veg til at landa og Ågot á veg til fiskiskap aftur á Flemish Kap. Fiskiskapurin á Flemish Kap hevur verið sera góður í ár og skipini vóna, at fáa tveir góðar túrar í part.
Skrifað af Þorgeir |
Eldra efni
Um mig Nafn: Þorgeir BaldurssonFarsími: 8620479Tölvupóstfang: thorgeirbald62@gmail.comHeimilisfang: Reynihlið 15 D 604 HörgárbyggðStaðsetning: HörgárbyggðUm: Fréttaritari Morgunblaðsins til sjávar og sveita og öll Almenn Ljósmyndun sem að tengist SjávarútvegiTenglar
Flettingar í dag: 1527 Gestir í dag: 51 Flettingar í gær: 1455 Gestir í gær: 74 Samtals flettingar: 992948 Samtals gestir: 48558 Tölur uppfærðar: 21.11.2024 10:48:29 |
© 2024 123.is | Nýskrá 123.is síðu | Stjórnkerfi 123.is