23.05.2022 - 08:21
Nýtt Sandshav komið í flotan
Frystilínuskipið er keypt úr Íslandi fyri 17 mió. kr.
Høgni Djurhuus
Kringvarp Føroya
Kristrún, sum fær navnið Sandshavið, kom á Havnina í gjárkvøldið.
Frystilínuskipið Kristrún, sum felagið, ið eigur Sandshavið, hevur keypt úr Íslandi, er komið til Føroya.
Skipið kom á Havnina í gjárkvøldið.
Og í dag kl.17.00 verður almenn móttøka á Sandi, tá Kristrún kemur hagar.
Kostar 17 mió. kr.
Skipið kostar 17 mió. kr.
Tað er bygt í 1988 eins og Sandshavið, men er nógv størri enn Sandshavið og hevur frystilast. Tað hevur Sandshavið ikki.
Nýggja skipið er 47,7 metrar langt og 9 metrar breitt, meðan Sandshavið er 34 metrar langt og 7,5 metrar breitt.
Áðrenn nýggja Sandshavið fer til fiskiskap, skulu nakrar dagføringar gerast.
Sandshavið og Kristrún við bryggju í Havn. Gamla Sandshavið er nú lagt.
|
2774 Kristrún RE 477 á siglingu á Eyjafirði mynd þorgeir Baldursson 2022 |